- Mín visjón er, at allir borgarar uttan mun til brek skulu hava eitt virkið og sjálvstøðugt lív. Støði skal takast í hvørjum einstakum og tilboð og veitingar skulu verða í mun til ynski og tørv hjá hvørjum einstøkum. Aðalmálið má altíð vera, at fólk við breki skulu virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Í røðu síni undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans í gjár, nýtti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, stóra orku upp á at viðgera brekøkið.
- Vit tóku í 2009 undir við ST- sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek. Rættindini hjá hvørjum einstøkum røkka tó ikki longur enn skyldurnar, ið vit sum samfelag og sum einstaklingar hava til at tryggja okkara borgarum hesi rættindi. Breksáttmálin er fyrsta stigið á leiðini og er yvirskipaða grundarlagið undir eini menning av økinum. Næsta stigið er at orða ein brekpolitikk, sum skal vera við til at fremja brekpolitikkin í lóg og verki, vísti Rósa Samuelsen á.
Brekpolitisku grundreglurnar eru tær somu í Føroyum, sum grundreglurnar í okkara grannalondum. Hinvegin eru brekpolitisku grundreglurnar ein integreraður partur av sosiallóggávuni í okkara grannalondum, meðan vit í Føroyum ikki eru komin eins langt.
- Vit mugu ongantíð ov skjótt orða fleiri grundreglur í Føroyum. Hesar grundreglur skulu greiða gøturnar fyri einum nýggjum hugburði innan brekøkið. Einum hugburði, ið skal kjølfestast við nýggjum lógum, reglum og mannagongdum. Verður hann ikki tað, verður torført at føra hugburðin út í verki, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
Brekpolitisku meginreglurnar hava til endamáls at vísa vegin móti málinum, ið er at tryggja fólki, ið bera brek “eitt gott lív”. Hetta verður gjørt við at tryggja fólki við breki sama rætt til útbúgving, arbeiði og bústað, tí júst hesi øki eru lykilin til eitt vanligt arbeiðs- og gerandislív, vísti landsstýriskvinnan í almannamálum á undir viðgerðini av løgmansrøðuni í gjár.