09.06.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Broytingar í egingjøldum til hoyritól

Landsstýriskvinnan bað í eykajáttanfyri mai mánað Løgtingið um at hækka játtanina tilforsorgarøkið, orsakað av óvæntaðum vøkstri í útreiðslumtil hoyritól. Hóast talan er um lógarbundna veiting, tókLøgtingið ikki undir við umbønini.
Fyri at minka um útreiðslurnar tilhoyritól mugu broytingar gerast í galdandi lóggávu beinanvegin,um Fíggjarlógin skal haldast.
Í lógaruppskoti, ið nú verður senttil hoyringar, verða egingjøldini fyri hvørt hoyritól hækkaðvið 2.000 krónum.
Sambært verandi skipanhava borgarar, ið eru ávístir til viðgerð við hoyritóli, tveirmøguleikar at útvega hoyritól. Talan er um ávikavist at fáahoyritól ókeypis frá almennu hoyriklinikkini, ella søkja umískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara.
Tilskot til keyp avhoyritóli frá góðkendum privatum veitara, er ásett til í mestalagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
Við lógaruppskotið, iðnú fer til hoyringar, verður stuðulin til keyp av hoyritóli fráprivatum góðkendum veitara lækkaður, samstundis sum egingjaldverður ásett til hoyritól, veitt frá almennu hoyriklinikkini.
Við uppskotinum verðuregingjald á 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól, ið verður veitt fráalmenna tilboðnum, samstundis sum tilskotið til keyp av hoyritólifrá privatum góðkendum veitara, verður lækkað við 2.000 kr.fyri hvørt hoyritól, t.v.s. úr 6.000 kr. niður í 4.000 kr.
Viðmerkjast skal, at broytingarnar ikki fevna um tey, sum eru yngri enn 18 ár, og hesikunnu sostatt framhaldandi fáa hoyritól uttan egingjald.

Gongdin viðvíkjandihoyritólanýtslu
Stór tøknilig framstigeru hend á hoyritólaøkinum seinnu árini, sum hava við sær, atfleiri kunnu brúka og fáa hjálp við at brúka hoyritól, og taðmerkir so aftur, at málbólkurin er øktur munandi. Hagtøl vísaein munandi vøkstur í talinum av fólkum, sum fáa hoyritól. Í2007 vóru tað umleið 40 fólk í miðal um mánaðin, sum finguhoyritól, og er hetta í dag økt til umleið 73. Tað eru eisinifleiri nú, sum fáa tvey hoyritól, enn tað var í 2007. Hetta ereisini gongdin í Danmark, har skipanin er ógvuliga lík tíføroysku.
Viðmerkjast skal, atstørsti parturin av hoyritólsbrúkarum eru fólkapensjónistar. Taðeru tó allir aldursbólkar, sum økjast í tali, men yngrualdursbólkarnir økjast skjótari. Av teimum, sum fingu útflýggjaðhoyritól í 2007, vóru 34 % í aldrinum 18-66 ár. Í 2010 er hettatalið økt til 41 %.
Almannamálaráðiðmetir, at umleið 940 fólk verða ávíst til viðgerð av hoyritólií 2010, harav tey 760 skulu hava hoyritól til bæði oyru.