Ein loysn er funnin í málinum um ungu búfólkini, sum seinastu trý árini hava búð á samdøgurðsstovninum Rásini í Saltangará. Nú stendur teimum sjey búfólkunum í boði at leiga sær eina íbúð í bygningum hjá Tryggingarfelag Føroyum í Saltangará.
- Eg eri ómetaliga fegin um loysnina, sum brýtur upp úr nýggjum, og ger upp við siðbundu sambýlini. Tað hevur eydnast at finna eina loysn við góðum framtíðarmøguleikum, sum gevur teimum ungu virðiligar umstøður at virka undir við millum øðrum atgongd til egi vesi og bað, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Fríggjadagin kunnaði landsstýriskvinnan í almannamálum tey avvarðandi og felagið Javna um loysnina, og talan var um ein jaligan og góðan fund.
- Bústaðartilboðið verður eitt slag ungdómsíbúðum til ung við serligum avbjóðingum. Tað er av stórum týdningi, at ung við serligum avbjóðingum í Føroyum verða ment til eitt sjálvstøðugt lív. Tí verður gjørd ein reglugerð fyri nýggja bústaðartilboðið og ein námsfrøðilig menningarætlan fyri tann einstaka. Námsfrøðiliga menningarætlanin miðar eftir, at tey ungu gerast før fyri, í tann mun, tað er møguligt, at fáa til vega egnan bústað í framtíðini, vísir Annika Olsen á.
Tað verður Húsalánsgrunnurin, sum leigar bygningin frá Tryggingarfelag Føroyar. Sostatt verður tað Húsalánsgrunnurin, sum fer at umsita leigumálini í bygninginum.