21.12.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

Bústovnarnir fara í søguna

1.januar 2012 er ein skiftisdagur í føroyska almannaverkinum. Við ársbyrjan 2012 fer lógin um uppihald á stovni úr gildi og tá fáa allir pensjónistar, bæði fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar, vanliga pensjónuttan mun til bústað. Samstundis skulu pensjónistarnir rinda fyri uppihaldið ogtænastur.

Í kjalarvørrinum av hesum broytingum hevur Annika Olsen,landsstýriskvinna í almannamálum, tikið stig til at umskipa bústovnarnar tilsambýli.

-Eg haldi tað er týdningarmikið, at broytingin í pensjónsviðurskiftunum eisini verður endurspeglað í bústaðarviðurskiftunum.Tískil havi eg gjørt av at avtaka skipanina við teimum sjey bústovnunum.

Tað var í heyst, at løgtingið samtykti at javnseta allar pensjónistar. Landsstýriskvinnan fegnast um lógarbroytingina, tí við broytingini verður fíggjarliga rættarstøðan hjá pensjónistum, sum búgva á stovni, munandi styrkt.

- Sjálvsavgerðarrætturin er sanniliga eisini galdandi fyripensjónistar. Tað hevur verið ósømiligt og óvirðiligt, at fólk hava fingið lummapengar. Sjálvandi skulu borgarar, sum fáa bútilboð, hava somugrundleggjandi rættindi, sum tey hava, tá ið tey búgva heima, heldur AnnikaOlsen.

Eitt, sum liggur landsstýriskvinnuni í almannamálum nær athjarta, er at gera upp við stovnstankan í Føroyum.

-Tað verður ofta havt á lofti, at í Føroyum verða fólk á stovni institutionaliserað. Tað er hesi tankagongd, vit skulu burtur frá. At umskipabústovnarnar til sambýli er ein uppgerð við stovnstankan og eitt fyrsta stigtil, at øll, uttan mun til førleika og bústað, varðveita sjálvsavgerðarrættin,sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.