
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur tikið avgerð um at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni. Íbúðirnar verða bygdar við Mylnutún, har gomlu læknahúsini nú standa.
Klaksvíkar kommuna hevur í sambandi við verkætlanina átikið sær at rinda fyri burturbeiningini av læknahúsunum og gera grundstykkið byggibúgvið.
Ein bygginevnd við umboðum úr MBF, Javna, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum lat í juni mánað landsstýriskvinnuni byggiskrá og tilmæli um staðseting, sum Annika Olsen hevur tikið undir við.
Saman við borgarstjóranum Gunnvá við Keldu og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinnu í sosialu nevnd, vitjaði Annika Olsen í dag stykkið, har íbúðirnar skulu byggjast.
- Hendan verkætlanin er á mangan hátt eitt nýbrot, tí fyri fyrstu ferð í tíggju ár byggja vit eitt nýtt heim til fólk við serligum avbjóðingum. Í alt ov nógv ár hevur leisturin verið at keypa gomul sethús, sum síðani eru umbygd fyri stórar upphæddir, heldur enn at byggja nýtt við støði í tørvinum hjá tí einstaka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í viðmerking.
Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, ves við bað, køk/stovu, sovikamar, við atgongd til felagshølir. Vardu íbúðirnar verða eftir ætlan lidnar á vári 2014.