Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen er komin til Føroya at vitja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Fyrrapartin í dag verður fundur millum landsstýriskvinnuna og almannamálaráðharran, har tær m.a. fara at umrøðu fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum og um at seta á stovn eitt Barnahús í Føroyum. Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar Býráð tekur í móti, og síðan verður vitja á stovnum í Klaksvík.
Í morgin fyrrapart er fyrst embætisfundur á skránni, og hareftir verður vitjað á stovnum í Tórshavn. Danska fylgi fer avstað aftur fríggjadagin seinnapartin.
Skráin fyri vitjanina er:
Hósdag 5. september
Fyrrapart
Fundur millum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og Annette Vilhemsen, almannamálaráðharra í Almannamálaráðnum
Seinnapart
Vitja Klaksvíkar býráð
Vitja stovnarnar í Klaksvík; Verkstaðurin á Brekku, Sambýlið á Mýruvegi og Umlættingarheimið Dáin
Vitja reiðaríið Hvalnes
Fríggjadag 6. september
Fyrrapart
Vitja stovnar í Tórshavn; Barnaheimið, Dugni og Vallalíð, har umboð fyri Tórshavnar Býráð taka ím
Seinnapart
Danski almannamálaráðharrin fer avstað aftur fríggjadag seinnapart.