05.03.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Demensætlanin handað landsstýriskvinnuni

Mikukvøldið 29. februar fekk Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, handa heildarætlanina fyri demens á samkomu í Norðurlandahúsinum.

Í heilsupolitiskum høpi kann væntast, at vaksandi eldrabólkurin kemur at økja um talið av fólkum við kroniskum sjúkum. Hesin vaksandi bólkurin er ein avbjóðing, tí hann fer at krevja ein økjandi part av tilfeinginum í almannaverkinum og í heilsuverkinum.

Í tí sambandi er ein heildarætlan fyri demensøkið gjørd. Ein bólkur av fakfólki á Psykiatriska deplinum, Landssjúkrahúsinum, Nærverkinum, Alzheimerfelagnum, Kommunulæknafelagnum, demenssamskiparar og konsulenttænastu hevur gjørt ætlanina.

Framferðarætlanin kann lesast her:

Framferðarætlan fyri demens