04.02.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Dugni og Almannamálaráðið undirskrivað avrikssáttmála fyri 2015

Dugni og Almannamálaráðið undirskrivað avrikssáttmála fyri 2015

Dugni og Almannamálaráðið hava undirskriva mál og avrikssáttmála fyri 2015.

Endamálið við avrikssáttmálanum er at:

  • veita borgarunum best møguliga tænastu
  • gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
  • tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Nettoútreiðlsujáttanin er fyri fíggjarárið 2015 er 9.547.000 kr., har 6.139.000 kr. er til endurbúgving, 3.408.000 kr. er til Dugna skúlan. Dugni hevur 19 ársverk, ið eru mannað av 30 starvsfólkum. Dugni hevur 47 næmingar, 33 arbeiðsfólk og 22 latarar av handgjørdum vørum.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.

Dugni hevur trý høvuðsmál:

  1. Vit taka støði í einstaka næminginum
  2. Vit viðurkenna ymisleika
  3. Vit styrkja arbeiðsførleikar

Við støði í hesum eru 7 mál- og avrik avtalað:

  1. Framhaldandi arbeiða við at fáa eina meira virkna heimasíðu.
  2. Brúka møguleikarnar voð endurnýtslutilfeinginum í enn størri mun.
  3. Næmingar fáa eitt nøktandi 9. floks prógv.
  4. Fáa 6 næmingar víðari í arbeiði ella útbúgving í 2015.
  5. Hækka talið av arbeiðsfólki/næmingum úr 17 upp í 20 og byrja tilboðið við arbeiðsvenjing og endurbúgving.
  6. Fáa Kaffibarrina til eitt áhugavert stað fyri teimum, sum dáma endurnýtslu.
  7. Fáa fleiri næmingar í starvsvenjing.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.


Avrikssáttmálin kann lesast her: Mál og avrikssáttmálin við Dugna 2015