Dugni og Almannamálaráðið undirskrivað avrikssáttmála fyri 2016

Dugni og Almannamálaráðið hava undirskriva mál og avrikssáttmála fyri 2016.
Endamálið við avrikssáttmálanum er at:
- veita borgarunum best møguliga tænastu
- gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
- tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Nettoútreiðlsujáttanin er fyri fíggjarárið 2016 er 9.741.000 kr., har 6.225.000 kr. er til endurbúgving, 3.486.000 kr. er til Dugna skúlan. Dugni hevur 18 ársverk, ið eru mannað av 22 starvsfólkum. Dugni hevur 48 næmingar, 35 arbeiðsfólk, 2 lærlingar og eitt starvsfólk í vardum starvi.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.
Dugni hevur trý høvuðsmál:
- Vit taka støði í einstaka
- Vit viðurkenna ymisleika
- Vit styrkja arbeiðsførleikar
Við støði í hesum eru seks mál- og avrik avtalað:
- Fáa deildirnar at arbeiða meiri saman
- Betra um samstavið við AV
- Fáa 6 næmingar víðari í arbeiði ella útbúgvin
- Styrkja/menna kontaklæraraskipanina og næmingasamrøðurnar
- Fáa verkskúlavirksemið (arbeiði við næmingum) integrerað við arbeiði á verkstøðunum
- Fáa næmingatalið uppá 10 næmingar
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.
Avrikssáttmálin kann lesast HER.