Dugni og Almannamálaráðið undirskrivað mál- og avrikssáttmála

Dugni og Almannamálaráðið hava í dag undirskriva mál og avrikssáttmála fyri 2014.
Endamálið við avrikssáttmálanum er at:
- veita borgarunum best møguliga tænastu
- gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
- tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Nettoútreiðlsujáttanin er fyri fíggjarárið 2014 er 9.431.000 kr., har 6.069.000 kr. er til endurbúgving, 3.362.000 kr. er til Dugna skúlan. Dugni hevur 19 ársverk, ið eru mannað av 30 starvsfólkum.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.
Dugni hevur trý høvuðsmál:
- Vit taka støði í einstaka næminginum
- Vit viðurkenna ymisleika
- Vit styrkja arbeiðsførleikar
Við støði í hesum eru 11 mál- og avrik avtalað:
- At øll starvsfólk arbeiða samsvarandi strategiini.
- At allar deildir eru tilvitaðar um at halda fíggjarætlanina.
- Fáa sunnari lívsstíl bæði millum starvsfólk og næmingar/arbeiðsfólk.
- Fáa eina meira virkna heimasíðu.
- Framleiða vørur kostnaðareffektivt.
- Næmingar fáa eitt nøktandi 9. floks prógv.
- At næmingar við prógvi frá Dugna koma í arbeiði ella útbúgving.
- Hækka talið av arbeiðsfólki úr 17 upp í 20.
- Áhaldandi tryggja meinginsfult arbeiði.
- Kaffibarrin hevur tøka starvsfólkamanning.
- Fáa fleiri næmingar í starvsvenjing.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.
Avrikssáttmálin kann lesast her: Avrikssáttmáli - Dugni 2014
(myndin: Johnhard Klettheyggj, virkandi aðalstjóri og Kristina Larsen, leiðari á Dugna)