10.05.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Ein errin landsstýrismaður til U-17 landsdyst hjá kvinnum

Ein errin landsstýrismaður til U-17 landsdyst hjá kvinnum

Føroyar vertir fyri UEFA U‑17 endaspælinum – ein søgulig hending í føroyskari fótbóltssøgu!

Landsstýrið fegnast um, at Føroyar dagarnar 2. - 17. mai 2025 eru karmar um UEFA U‑17 endaspælið hjá kvinnum. Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór altjóða fótbóltskapping er fyriskipað í Føroyum.

– Hetta er ein søgulig løta fyri føroyskan ítrótt. Vit hava fingið høvi at vísa øllum heiminum, at vit saktans kunnu fyriskipa eina so stóra kapping, samstundis sum vit kunnu bjóða teimum bestu ungu evropeisku leikarunum at spæla í okkara vakra landi, sigur ein væl nøgdur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum.

Sum vertstjóð er føroyska U‑17‑landsliðið partur av endaspælinum.

- Tað var hugtakandi at síggja, hvussu føroysku genturnar hildu á til síðsta floyt í dystinum í dag móti Niðurlondum, sjálvt um tær runnu nógv aftan á hinum. Hóast úrslitini so er tað kortini ein ómetaliga týðandi og virðismikil roynd at gera sær, ið bert kann styrkja ta víðari menningina innan føroyskan fótbólt, sigur landsstýrismaðurin.

– Málið er sjálvsagt menning og sjálvsálit - og ikki bert stigatalvan. Okkara ungu kvinnur fáa spælitíð móti nøkrum av teimum sterkastu tjóðunum í heiminum, og tær læra at taka við stórum avbjóðingum og at halda høvdið høgt, sigur ein errin landsstýrismaður.

Eg fari at ynskja okkara ungu gentum alt tað besta í framtíðini - og tað er bert við at seta sær høg mál og við at stríðast móti teimum bestu, at man flytur seg fram á leið.

Á myndini sæst:
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður,
Christian Andreasen, forseti í FSF og 
Kristin Dam Ziska, aðalskrvari í FSF