Setanarrøða í sambandi við ráðstevnuna hjá Javna “MÍTT HEIM – bústaðarkarmar og lívsgóðska” :
Fá orð kunnu lýsa, hvussu nógv føroyska samfelagið hevur flutt seg seinastu áratíggjuni, tá ið tað kemur til viðurskiftini hjá fólk við menningartarni. Fyri nøkrum árum síðan las eg grípandi og lívsjáttandi bókina, “Jana – eitt hjartabarn”, sum er søgan um Janu Samuelsen, sum er fjølbrekað.
Søgan um Janu er ikki bara søgan um Janu, men eisini um tær serligu umstøðurnar hjá fólki við menningartarni.
Í seinnu helvt av sekstiárunum vóru 110 evnaveikir, sum tað bleiv sagt tá, føroyingar á stovni í Danmark, harav eini 80 á Rødbygaard. Tað er ein sorgarleikur at føroyska samfelagið ikki tók ábyrgd, men goymdi menniskju burtur á slíkan hátt við at senda tey á stovn í Danmark. Við einum sindri av stuðli, høvdu nógv teirra klárað seg væl í Føroyum. Men, her vóru umstøðurnar ymiskar og fordómarnir stórir. Tað var nú ikki av egnum vilja, at tey vóru har, og heldur ikki tí at foreldrini so fegin vildu tað. Men tá var snøgt sagt einki tilboð til teirra í Føroyum. Tíbetur tóku foreldrini hjá Janu málið í egnar hendur, og bardust við hond og fót fyri at tryggja, at Jana kundi vera verandi í Føroyum.
Stríðið hjá foreldrunum hjá Janu gav eisini úrslit, tí hon varð verandi í Føroyum.
Síðan eru tíbetur framstig gjørd. Nógv av hesum framstigum kunnu vit takka eldsálunum og slóðbrótarunum í Javna fyri. Ótroyttiliga hevur Javni seinastu 40 árini verið ímyndin og jarnbrotið við at bøta um støðuna hjá fólki við menningartarni í Føroyum. Og aftur í dag gongur dynamiski felagsskapurin undan við at skipa fyri einari ráðstevnu um bústaðarviðurskifti hjá fólki við menningartarni.
Men føroyska samfelagið skal í enn størri mun taka ábyrgd. Sum landsstýriskvinna kann eg ikki annað enn ásanna, at vit framvegis hava langt á mál – ov langt, vil eg siga. Tað er tíverri rættiliga ójavnt, hvussu umstøðurnar hjá borgarunum eru, sum búgva á stovnum og sambýlum kring landið.
Ja, tit hoyra, orðið ”stovnur” er framvegis ikki lúka út úr okkara málbrúki. Vit eru greið yvir at stovnshugtakið er søga ella hvussu? ……
Á mínum vitjanum kring landið havi eg upplivað, at í nógvum førum er talan um ótíðarhóskandi bygningar, sum ikki eru bygdir til endamálið og eru niðurslitnir. Tíverri er tað støðan hjá fleiri, at tey búgva í hølum, sum eru at samanbera við eitt barnakamar, umframt at felags høli og uttandura viðurskiftini heldur ikki eru hóskandi.
At liva undir ónøktandi bústaðarviðurskiftum hevur neiliga ávirkan á bæði menning, lívsgóðsku og frælsi hins einstaka. Tað er ein sannroynd, at nógv arbeiði liggur fyri framman, men vit kunnu tó samstundis fegnast um, at við ST sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek, sum í 2009 var settur í gildi fyri Føroyar, er málið sett og kósin løgd.
Brekpolitiski hugburðurin, sum liggur í ST sáttmálanum, er ringur at fáa eyga á í forsorgarlógini. Tosað hevur verið nú í áravís um at gera eina nýggja forsorgarlóg. Sjálvandi skulu vit ikki hava eina nýggja forsorgarlóg. Vit skulu jú burtur frá forsorgarhugtakinum, til eina tænastulóg, sum tryggjar rættindi og skyldur hjá fólki, sum hava ein serligan tørv. Her kann talan vera um kompensatión, stuðli og / ella búðstað, so fólk við serligum tørvi kunnu fáa ein virknan leiklut í samfelagnum, javnbjóðis øll onnur, har hædd verður tikið fyri teirra sjálvsavgerðarrætti og frælsi.
Hóast vit framvegis ikki hava eina endaliga lóg, kunnu vit alsamt arbeiða við at menna og betra um viðurskiftini hjá teimum, ið bera brek.
Tað er umráðandi, at vit arbeiða miðvíst og at vit hava fáa ein greiðan politikk fyri økið – ein brekpolitikk. Brekpolitikkur fevnir í størstan mun um, hvussu vit bøta um brekið hjá tí einstaka og hvussu vit broyta kringumstøðurnar soleiðis, at fólk við breki kunnu gerast partur av samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Brekpolitikkur fevnir í minni mun um at áseta diagnosur og veita viðgerð .
Ein brekpolitikkur vil byggja á brekpolitisku grundreglurnar um millum annað
• Sektorárbyrgd
• Javnviðgerð, og
• Kompensatión,
Men hvat merkja hesi hugtøkini í veruleikanum?
Eg síggi tað sum sera umráðandi, at vit sum samfelag, myndugleikar og einstaklingar hava eina felags fatan av brekpolitisku meginreglunum, at hesi hugtøkini, eg júst havi nevnt, fáa lív og verða dynamisk amboð og ikki einans eru flosklar, sum flúgva runt í politiska rúminum. At vit hava eina felags fatan, tá vit skulu áseta reglur um, hvussu hjálpin til tann einstaka skal veitast, hvørji tilboð viðkomandi skal hava o.s.fr. - og sum heild, hvussu vit eru um tann einstaka. Tey rættindi, sum vit kunnu veita hvørjum einstakum við lóg, verða ikki meira livandi enn tann skipan, ið hesi rættindini virka í. Hugburðurin er avgerandi.
Í almenna kjakinum um búðstaðarviðurskifti hjá fólki við serligum tørvi verður ofta borið fram, at í Føroyum verða fólk institutionaliserað. Hóast ofta verður hugsað um hølisviðurskifti í hesum sambandi, er spurningurin eins nógv ein spurningur um, hvørt fólk, sum búgva á stovni, skulu hava somu rættindi sum fólk í líknandi støðu, sum búgva heima. T.v.s. Um borgarin, tá hann flytir á "stovn", varðveitir tey grundleggjandi rættindi, sum hann hevði havt, um viðkomandi búði heima.
Mín innarliga vón er tí, at lógaruppskotini sum liggja í tinginum, um at avtaka lógina um uppihald á stovni, og um at fólk varðveita sína pensjón og gjalda fyri uppihald og tænastur, verður samtykt. Er tað nakað sum institutiónsgerð fólk, so er tað at tey ikki hava møguleikan sjálvi at gjalda fyri seg. Tá danska sosiallóggávan var broytt í 1990´unum, vóru pensjónsviðurskiftini broytt. Innan sosialrætt var gamla skipanin, har fólk mistu sína pensjón, nevnd totalinstitutionalisering.
Vit mugu sum politikarar ikki bert hyggja inn á okkara egna økið, men í felag, eisini tryggja rættindi til útbúgving og arbeiði á jøvnum føti við onnur i samfelagnum.Nógv arbeiði skal gerast fyri at røkka málinum. Vit noyðast at leggja eina ætlan, gera politiskar raðfestingar og síðan arbeiða í stigum - við tíðini koma vit á mál.
Eitt orðatak sigur, at heima er, har hjarta liggur. Tað eru fá viðurskifti her í lívinum, sum eru meira týdningarmikil enn eitt gott og trygt heim.
Bústaðurin hjá hvørjum einstøkum er kjarnan í lívinum. Hvussu nógv hugsa vit ikki um okkara bústað? Hvussu nógv arbeiði liggur ofta ikki í okkara bústaði? og hvussu nógv sigur bústaðurin ikki hvørji vit eru?
Stórur tørvur er á tíðarhóskandi bústøðum. Vit skulu fáa til vega fleiri bústaðir, samstundis sum vit niðurleggja tey sambýli, sum er óhóskandi.
Fyrstu fetini eru longu tikin.
Fyri at tryggja eitt betri útgangsstøði til at betra um tænastuna á økinum, verður ein støðumynd gjørd av øllum stovnum fyri at fáa greiðu á, hvørjum standi bygningarnir eru í og hvørjum støði tilbúgvingin er. Tá ið støðumyndin fyriliggur verður lættari at raðfesta og byggja nýggjar bygningar til endamálið. Tað er einki dulsmál, at umstøðurnar kunnu betrast, og tað verða tær eisini. Pengar eru játtaðir til nýggj sambýli í Eysturoynni og Klaksvík til fólk við menningartarni.
Tað er ein mannarættur at velja sín egna bústað, ein og hvør skal sjálvur kunna velja sær ein bústað. Allir borgarar uttan mun til brek skulu hava møguleika fyri at velja ”tað góða lívið”.
Men hvat er tað góða lívið? Tað, sum er tað góða lívið fyri meg er ikki neyðturviligt tað sama fyri teg. Tað góða lívið er eitt subjektivt filosofiskt hugtak, ið eg meti, at vit sum myndugleikar, fakfólk, avvarðandi og ikki minst sum medmenniskju í størri mun skulu gerast tilvitað um. Men tað finnst eingin uppskrift ella vegleiðing til ”tað góða lívið.” Snýr tað ikki meira um, at vit í mun til hvønn einstakan persón lata eygu og oyru og ikki minst okkara hjarta upp fyri hesum persóni og hvørji ynski og tørv júst hesin persónurin hevur ?
Á sama hátt, sum foreldrini hjá Janu bardust fyri hennara rættindum at vera verandi í Føroyum, eiga vit sum myndugleiki at berjast fyri, at bústaðarviðurskiftini hjá fólki við menningartarni gerast betri.
Tað skylda vit fólki við menningartarni og tað skylda vit okkum sjálvum.
Við hesum orðum fari eg takka fyri, at eg fekk møguleikan at siga nøkur orð. Vónandi fáa vit øll eina spennandi og mennandi ráðstevnu, og eg gleði meg at fáa størri innlit í hetta týdningarmikla evni.
Takk fyri!
Rósa Samuelsen