08.05.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, vitjað Beran

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, vitjað Beran

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum hevur í dag verið á gátt hjá Beranum, ið er ein hjálparfelagsskapur, sum stuðlar børnum og ungum, sum hava mist ella hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, ið hava mist barn.

Undir vitjanini fekk landsstýrismaðurin kunning um virksemið hjá Beranum.

Við at vera eitt trygt stað í svárum lívsstøðum hevur Berin ein týðandi leiklut í okkara samfelag, og var tað áhugavert at hoyra um nógva og fjølbroytta virksemi hjá Beranum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið antin hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu. Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldur, sum hava mist børn, og veitir umframt bólkasamrøður eisini einstaklinga- og familjusamrøður við sálarfrøðing.

Berin skipar harumframt fyri kunnandi og fyribyrgjandi virksemi og luttekur í verkætlanum, ið hava til endamáls at hjálpa teimum, sum hava mist.