Landsstýriskvinnan í almannamálum ynskir at menna eina serstaka tilbúgving til børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og øðrum harðskapi. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru 500.000 krónur settar av til eitt føroyskt Barnahús.
Hugtakið Barnahús verður í hinum norðurlondunum brúkt til at lýsa karmarnar fyri einum tvørfakligum og tvørsektorellum samstarvi við barninum í miðdeplinum. Talan er ikki um eitt hús, men um skipaðar karmar og samstarv, sum eru til reiðar beinanvegin, tá ið eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi. Arbeitt verður fyribyrgjandi við tí endamáli at sleppa undan seinárinum.
Ætlanin við Barnahúsinum er at veita skjóta og góða hjálp útfrá fortreytunum hjá barninum. Øll medisinsk, sálarlig og løgfrøðilig hjálp og viðger verður savnað undir sama taki við støði í tørvinum hjá barninum og familjuni. Í viðmerking sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna:
- Eg gleðist almikið um, at, hóast sera trongu fíggjarliga rásarúmið á almannaøkinum, er eydnast at fáa raðfest neyðuga peningin at skipa eitt føroysk Barnahús. Tað er stórur tørvur á einum almennum tilboðið sum hesum, og tað hevur kjakið um kynsligan ágang seinastu dagarnar eisini víst.
Settar eru 500.000 krónur av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 at fyrireika og skipa Barnahúsið.