Eitt samt landsstýrið ætlar, at kommununali geirin skal umskipast og at eldrarøktin skal leggjast til kommunurnar at umsita. Kommunuumskipanin verður framd 1. januar 2014.
Høvuðsendamálið við at flyta eldrarøktina til kommunurnar, er at tryggja eina so góða og gjøgnumskygda tænastu sum gjørligt m.a. við at uppgávurnar innan eldrarøktina verða loystar so nær borgaranum sum gjørligt.
Í hesum sambandi eru ætlaðu broytingarnar í kommunubygnaðinum nú sendar út til ummælis hjá avvarandi pørtunum.
Niðanfyri eru tey sjey lógaruppskotini í lógarpakkanum um kommunuumskipanina, sum føra við sær, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita:
Uppskot til samtyktar um at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita
uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni
Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
uppskot til broyting í lóg um sjúkrahúsverkið 290611