10.04.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Elin Winther Poulsen sett sum samskipari

Almannamálaráðið hevur gjørt av at seta Elina Winther Poulsen í starv sum samskipari fyri heildarætlanina harðskapur í parløgum og nærsambondum.

Uppgávan hjá nýggja samskiparanum er at seta í verk tey 18 ítøkiligu átøkini í heildarætlanini “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”. Eisini skal samskiparin umsita átøk at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Umframt at seta í verk átøkini í heildarætlanini, skal samskipari eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi.

Elin Winther Poulsen, sum er 44 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur útbúgvingskeið og royndir innan journalistik. Seinastu mongu árini hevur hon starvast sum tíðindafólk í Kringvarpi Føroya og eitt stutt skifti í Miðlahúsinum.

16 umsøkjarar vóru til starvið.