18.11.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Esther Zachariasen heiðrað á 100 ára degnum

Esther Zachariasen heiðrað á 100 ára degnum
1 / 5

Seinnapartin hevur verið skipað fyri føðingardegi í Oasuni í Hoyvík, í sambandi við at Esther Zachariasen í dag fyllir 100 ár.

Væl av fólki høvdu leitað sær niðan at heilsa uppá Esther og familju hennara. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varð boðin við og bar hon í hesum sambandi fram røðu.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

 

Góða Esther – hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.

Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við her í dag at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og hetta takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi.

Hundrað ár! Tað setur veruliga tankarnar í gongd, at hugsa um, hvussu tað man vera at hava livað í heili 100 ár. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at ímynda sær allar hendingarnar og broytingarnar, sum tygum hava upplivað.

Í tygara lívsskeiði hava verið stórar samfelagsligar broytingar og menningin hevur verið stór. Trupult er at siga, hvør broytingin er tann størsta. Tankar um eina tíð, tá elektrisitetið ikki var komið til Føroyar, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn frystiskáp og áðrenn liðugt gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Ein tíð, áðrenn klokkur vóru á hvørjum skøvningi, ei heldur nakrar órógvandi fartelefonir, sum mangan merkir, at vit nóg illa geva teimum ans, sum vit eru í rúmi saman við.

Tankar um eina tíð, áðrenn orðið strongd var til. Tá spældu børnini frítt um tún og teigar, hóast ein partur av spælinum var at taka lut í tí arbeiði, sum tey vaksnu gjørdu.

Mær er fortalt, at tygum eru fødd og uppvaksin í Trongisvági, og at foreldur tygara vóru Carl Thorsteinsson, Carl á Brúgv, og Anna, fødd Hammer, av Sevmýru. Og tygum, Esther, vóru næstelst í einum stórum systkinaflokki, har tit øll búðu á Brúgv, í Húsgarði í Trongisvági.

Lagnan var ikki bara blíð, tí einans 9 ár gomul misti tygum mammuna, ið doyði av nátasjúku, bert 31 ára gomul. Pápin giftist tá uppaftur við systur hennara, Elin, kallað Ella og familjan varð førd víðari saman.

Liðug við skúlan komu tygum, sum vanligt var tá á døgum, út at tæna og vóru tygum í húsi ymsastaðni. Millum annað hjá prestunum Mejdal og hjá Thulesen, hjá missioner Eliasen og hjá lærara Olsen.

Síðani gekk leiðin til Havnar, har tygum fingu arbeiði á Sjómansheiminum.

Og tað var har, at tygum hittu Tórur Zachariasen úr Hesti, sum tygum seinni giftust, 21. juni 1952 í Tvøroyrar kirkju. Tit bæði fluttu inn í húsini, sum hann hevði bygt á trøðni ovast á Varðagøtu í Havn, sum í dag verður kallað Villingadalsvegur.

Saman vórðu tit bæði, Esther og Tórur, ríkaði við 4 børnum: fyrst Karin fødd í 1953, so Jónatan føddur í 1959, síðani Eyðun føddur í 1961 og yngst Fríða fødd í 1963. Og tey hava so aftur ríka tygum við heili 15 ommubørn og 10 langommubørn.

Meðan børnini vuksu upp og komu til vóru tygum heimaarbeiðandi.

Tit høvdu nógvar hønur, so tygum seldu egg til handilin hjá Andreas í Vágsbotni. Eisini fingust tygum við at baka vaflur og kókaði kleynur. Seinni fóru tygum somuleiðis undir at seyma rullupylsur til handilin Kovin á Landavegnum. Hendan handilin høvdu fyrst systirin og síðan beiggi tygara.

Árini gingu og børnini vuksu til og í 1981 valdu tygum at fara út at arbeiða. Fyrst sum heimahjálp eina stutta tíð. Men hagani fóru tygum  á Frímerkjadeildini, sum tá var hjá Niels Vang, men sum seinni varð flutt úti á Argir. Har munnu tygum hava trivist væl, síðani hetta bleiv tygara arbeiðspláss til jólini 1992, tá tygum vórðu pensionerað.

Í øllum arbeiðinum, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint, hava tygum lagt ein stóran arv eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta. Tygum kunnu sanniliga minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, er á tremur. Hóast strævið lív, so kunnu tygum halda 100 ára føðingardag í dag.

Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum og føroyskar møður hava útint, meðan menninir vóru í arbeiði og fingu til føðina. Sagt verður, at arbeiðið hjá einari mammu var ósjónligt, tá tað varð gjørt, meðan øll løgdu til merkis, um mamman ikki gjørdi sítt arbeiði.

Til fyri einum ári síðani búði tygum heima, og flutti tygum tá inn á Tjarnargarð. Og har hava tygum trivist sera væl og kenna tygum sum heima.

Eg fari at enda við einum broti úr vøkru yrkingini eftir Hans Andriasi Djurhuus:

 “Alt átti so friðarligt hvíldarlag –
Kvøldarhvíld eftir stravnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har”.

Eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum