30.04.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen helt røðu á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum

Eyðgunn Samuelsen helt røðu á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum

Á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum helt landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, hesa røðu:

Kæru fundarluttakarar

Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við á aðalfund hjá tykkum her í dag, at siga nøkur orð.

Við kenna øll kvæði um ’Óskudólg og sópingarkonu’, sum spurdu ”hvussu skulu vit liva, tá ið vit koma saman?”.

Møguleikarnir vóru nógvir: tey kundu m.a. taka tráðu í hond, treskja korn í bóndagarðinum ella smíða bil og bátar. Men tað vísti seg kortini at vera sera trupult at finna eitt yrki, sum kundi tryggja teimum mat á borðið hvønn dag.

Hóast hetta er eitt gamalt kvæði - og vit í dag liva í einum vælferðarsamfelagi, har tað almenna hevur ábyrgd fyri sosialari trygd og vælferð hjá borgarunum - kann eg ikki lata vera við at hugsa, at støðan, í ein vissan mun, er tann sama í dag. Vit skulu taka støðu til, hvussu vit skulu liva – hvussu vil eg forsyrgja mær og mínum?

Hóast møguleikarnir er nógvir, er svarið uppá hendan spurningin, líkasum hjá ’Óskudólgi og Sópingarkonu’, ikki altíð so einfalt.

Vit vita øll, at tað skal sítt til fyri at taka sær av einum heimi, og sum heilsuhjálparar, hava tit tikið støðu til, hvussu tit vilja liva, og forsyrgja tykkum.

Síðani útbúgvingin, sum heilsuhjálpari, var sett á stovn í Føroyum í 2001, hava umleið 30-40 heilsuhjálparar fingið prógv um árið.

At tit eru so nógv, sum velja eina útbúgving og harvið eitt yrki, har tit dagliga:

  • geva fleiri av okkara borgarum umsorgan,
  • skapa tryggleika og lívsgleði í teirra lívi og
  • veita stuðul til persónliga røkt og dagligt virksemi í heimum og sambýlum,

er ómetaliga gott. Eg plagi eisini at siga, at hetta er gimsteinurin í okkara vælferðarsamfelagi.

Tørvurin á heilsuhjálparum er vaksandi – og hetta síggja vit eisini á almannaøkinum.

Hóast tit eru ein viðurkendur arbeiðsbólkur, og eiga ein týdningarmiklan part í okkara vælferðarsamfelagi, munnu tit mangan kenna tað fíggjarliga tungt at fáa endarnar at røkka saman heima, tí av ymsum orsøkum er møguleikin hjá tykkum fyri at arbeiða fulla tíð, sera avmarkaður.

RÆTTIN til at arbeiða fulla tíð, hava Heilsuhjálparafelagið og eg umrøtt á fundi fyri kortum.

Ynski um at kunna liva av síni útbúgving – at kunna forsyrgja sær og sínum – stuðli eg av fullum hjarta, og meti eg vera eitt sera týdningarmikið mál at seta sær.

Hóast tey allar flestu av tykkum, sum eru her í dag, eru í starvi hjá kommununum, vil eg kortini leggja dent á, at hetta er eitt mál, sum eg vil arbeiða fyri. Eg havi umrøtt hetta við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, sum varðar av flestu arbeiðsmarknaðarmálunum, og vit báðar hava sett okkum fyri at hyggja nærri eftir, hvussu vit kunnu betra um rættin til eitt fulltíðarstarv.

Á áður nevnda fundi, varð eisini tosað um viðurskiftini hjá tykkum, tá ið tit gerast álvarsliga sjúk.

Sum heild, eru reglurnar á hesum øki eins fyri tey allar flestu á arbeiðsmarknaðinum –heilsuhjálparar ella ikki.

Sum skipanin er í dag, ber til at fáa sjúkradagpengar í upp til 40 vikur, um sjúka rakar. Atlit verður kortini ikki tikið til, at viðgerðartíðin fyri ymsu sjúkurnar, kann vera sera ymisk. Vit vita, at fyri ávísar sjúkur kunnu viðgerðartíðirnar verða langar, og tí kunnu 40 vikur verða eitt ov stutt tíðarskeið.

Vit eru í ferð við at kanna møguleikarnar fyri at gera tillagingar í sjúkradagpengalógini, soleiðis at hugsað eisini verður um tey, sum hava tørv á viðgerð í longri tíðarskeið enn 40 vikur.

Ein annar problematikkur, sum tit helst kenna til, er, at um tú av eini ella aðrari orsøk missir títt starv, og skal liva av øðrum veitingum, kann hetta hava stóra ávirkan á pensjónsviðurskiftini; tí, sum nú er, verður eingin eftirløn goldin av veitingum, sum koma ístaðin fyri løn.

Arbeitt verður dúgliga við eini pensjónsnýskipan; og mítt ynski er at fáa eina skipan, sum í so lítlan mun sum gjørligt, flytir ójavnan í arbeiðslívinum inn í ellisárini.

Ein máti at fremja hesa hugsjón í verki, er, at fáa sett eitt tvungið eftirlønargjald av øðrum veitingum enn løn, inn í pensjónskipanina. Soleiðis ber til at spara upp til eftirløn - eisini um tú livir av øðrum veitingum - og framtíðin hjá tí einstaka verður betur tryggjað.

Eg eri av teirri sannføring, at vit øll skulu kunna vinna okkum eina løn, sum vit kunnu liva av, og sum gevur okkum neyðuga grundarlagið til at taka okkum av einum heimi.

At velja yrki sum heilsuhjálpari, má ikki vera eitt yrki, sum Óskudólgur og sópingarkona høvdu vrakað, tí tey vóru bangin fyri, at tað ikki var eitt nóg trygt yrki at byggja sítt heim á.

Nei, at vera heilsuhjálpari eigur at vera eitt yrki, sum ber til at liva av - eitt yrki, sum kann tryggja tykkum mat á borðið hvønn dag -eisini í framtíðini.

At enda fari eg lesa eitt ørindi úr yrkingini hjá Hans Andrias Djurhuus ”Tit, sum í fjøru fóru”.

  1. Tit liva ei í søgum
    sum teir, ið brutu garð;
    tó móti hæddum høgum
    hvør yrkisdagur bar,
    tí tykkar strev og stinni
    tað sløkti hungursbrand,
    og tykkar ríka sinni
    tað bygdi hetta land.

Góðan aðalfund!

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna