11.11.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen vitjar Virkna

Eyðgunn Samuelsen vitjar Virkna

Í seinasta mánaði vitjaði landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fleiri av stovnum og tænastum undir Almannaverkinum. Endamálið við vitjanunum var at fáa nærri innlit í virksemi og tænasturnar, ið er á ymsu stovnunum.

Millum annað varð vitja á Verkhúsinum Virkna. Virkni er eitt virkishús fyri vaksin fólk, sum eru kropsliga og sálarliga menningartarnað. Talan er um fólk, sum hava stóran tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum. Tað er pláss til 30 borgarar á Virkni.

“Tað er ógvuliga hugaligt at hitta borgararnar og síggja alt tað fjølbroytta virksemi, sum er í húsinum, og hvussu væl starvsfólki ígjøgnum sítt námsfrøðiliga arbeiði stimbra og menna samskiftisevni, sansir og kropp hjá hesum borgarum,” sigur Eyðgunn Samuelsen í stuttari viðmerking.

Fólkini, sum fáa tænastur í Virkni, framleiða ymiskar lutir úr eitt nú ull, silki, leiri og træi, sum verður selt í sølubúðini. Í hesum sambandi kann eisini verða kunna um, at vælumtókta jólasølan hjá Verkhúsinum Virkna, sum er hvørjum ári, er nú byrjað, og sølubúðin er opin, tá virksemi er í húsinum.

Samstundis sum landsstýriskvinnan vitjaði Verkhúsið Virkna, vitjaði Eyðgunn Samuelsen millum annað eisini á sambýli fyri fólk við menningartarni, sambýli fyri ung við serligum avbjóðingum, sambýli fyri fólk við sálarsjúku og á Barnaheimunum og aðrar barnaverndarstovnar undir Almannaverkinum.