
Eyðgunn Jana Samuelsen er í dag tilnevnd at vera landsstýriskvinna í almannamálum.
Stutt um landsstýriskvinnuna í almannamálum:
Eyðgunn Samuelsen er fødd í Sørvági 23. mai 1959. Hon er gift Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. Tey hava tvey børn og búgva í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen er cand.mag. í samfelagsfrøði og søgu og hevur áðrenn hon varð vald í Løgtingið, verið økisleiðari fyri HT útbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík.
Eyðgunn Samuelsen tók sæti á Løgtingi sum varamaður fyri Javnaðarflokkin 4. februar 2008. Hon varð vald á Løgting 29. oktober 2011. Eyðgunn hevur røkt fleiri álitisstørv, bæði í Klaksvíkar kommunu og á Løgtingi. Í seinasta valskeiði var hon limur í Fíggjarnevndini, varalimur í Rættarnevndini og Mentanarnevndini.
Eyðgunn Samuelsen hevur seinnu árini verið næstformaður í Javnaðarflokkinum.