
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur í morgun havt sína fyrstu almennu uppgávu sum landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon setti Autismaráðstevna 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærum 400 fólk hava meldað seg til ráðstevnuna, sum verður í dag og í morgin við eini røð av fyrilestrum og verkstovum.
Niðanfyri er røðan, ið Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt, tá hon setti ráðstevnuna:
"Góðan morgun øll somul,
Eg fari at nýta høvi at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hesa áhugaverdu og viðkomandi ráðstevnu, og tað er gleðiligt at síggja at áhugin og undirtøkan er so stór. Eg fari samstundis at takka fyriskiparum, Autismufelagnum, fyri, at eg eri biðin um at seta hesa ráðstevnu.
Hetta er fyrsta uppgávan hjá mær sum landsstýriskvinna í almannamálum, og er tað ein heiður fyri meg, at byrja júst her. Tí eg veit, at Autismufelagið við sínum arbeiði virkar fyri at fremja nýskipanir á almannaøkinum, sum vit í samgonguni eru samd um at fáa framdar.
Í samgonguskjalinum hava vit staðfest, at vit vilja gera okkara til, at vælferðaskipanirnar verða tillagaðar, soleiðis at borgarin fær bestu tænastuna. At arbeiðast skal fyri einari samskipaðari tænastu, har støði verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Og at nýmenning innan tað almenna skal fremjast.
Tí sum Karsten Hoydal so vakurt yrkir í einum ørindi “Barnið, bergið og blómurnar”, er tað umráðandi við nýhugsan, dirvi og áliti, um tú skalt finna nýggjar loysnir:
“Vilt tú finna blómurnar,
Eingin annar eigur,
Gakk so djarvur huga tíns
Brøttu bjargaleiðir.”
Eg veit, at tað er júst nýmenning, sum Autismufelagið hevur sett í gongd og verið við til at leggja lunnar undir, tá ið felagið tók stig til arbeiðið, sum bleiv til “Tann góða tilgongdin”.
Við “Tí góðu tilgongdini” hava vit fingið ein skipaðan samstarvsleist, sum tryggjar eitt dygdargott samskipað heildartilboð til børn við autismu og familjur teirra, har avvarðandi myndugleikar taka ábyrgd av sínum parti av tænastuni, og taka ábyrgd av at samstarva og samskipa tænastuna við aðrar myndugleikar.
Eisini kann eg leggja afturat, at eg ivist onga løtu í, at tað góða samstarvið millum landsstýrisfólkini í heilsu-, mentan- og almannamálum og formannin í kommunufelagnum, sum varð sjósett í undanfarnu samgongu, fer at halda áfram í hesi samgongu.
Vit fara at hoyra meira um “Tað góðu tilgongdina” í dag, og tí fari eg ikki nærri inn á hetta nú. Men eg fari at nýta høvi til at takka Autismufelagnum fyri teirra eldhuga og íløgu í hesum arbeiði, sum er ógvuliga týðandi – og sum eisini er ein samstarvsleistur, ið kann brúkast á nógvum øðrum mótum innan vælferðararbeiðið.
Skráin í dag er sera spennandi og fjølbroytt. Eg kann lítið ætla, hvussu nógv orka liggur aftanfyri hjá tykkum fyrireikarum at fáa eina tílíka ráðstevnu upp á føtur.
Á ráðstevnuni verður ljós varpað á autismu sæð útfrá nógvum og ymiskum sjónarhornum. Eitt, sum hugtekur meg við hesi ráðstevnu er, at tað eru foreldur at børnum við autismu og harumframt ein, sum hevur autismu, sum fara at greiða frá, hvussu tey hvør í sínum lagi liva við hesi avbjóðing.
Dagurin í dag byrjar við, at vit verða leidd inn í sálarfrøðina í Føroyum á autismuøkinum. Seinnapartin verður nomið við spurningin um inklusión av fólki við autismu. Í morgin byrjar dagurin við einari framløgu um autismu – etikkur og respekt og endar við einari framløgu við heitinum “Mítt lív við Asperger syndrom”.
Tað er sera gleðiligt at síggja, at vit í Føroyum hava so nógv dugnalig fakfólk, sum vilja oysa út av sína vitan á økinum – bæði við framløgum og í verkstovunum. Samstundis er tað eisini altíð er gott at fáa íblástur frá fakfólki úr øðrum londum. So her er nógv at gleða seg til.
Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at allir borgarar skulu tryggjast javnrættindini, og hvør einstakur eigur møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum.
Inklusión er eitt týðandi mál at fremja. Og samgongan fer at arbeiða fyri at rættindini hjá tí einstaka skulu virðast.
Vit vilja arbeiða fyri tað góða samfelagið, har vit øll hava møguleika at trívast og mennast. Tey, sum av ymsum orsøkunum hava serligar avbjóðingar, skulu stuðlast, soleiðis at tað verður lættari at taka lut og vera partur av samfelagnum. Sosialir trupulleikar eru – sum meginregla – fjøltáttaðir, og tí er neyðugt, at insatsurin eisini tekur hædd fyri hesum. At tænasturnar verða samskipaðar millum allar avvarðandi myndugleikar – og ikki minst saman við teimum, ið móttaka tænastuna.
Hesum fari eg sum landsstýriskvinna í almannamálum at arbeiða fyri, soleiðis at tað verður lættari at vera menniskja og lættari at vera familja í Føroyum.
Eg fari at ynskja okkum øllum eina góða ráðstevnu, sum vónandi gevur okkum øllum okkurt at hugsa um – serliga okkum, sum eru vald til at skipa fyri og taka avgerðir, soleiðis at vit er klár til at taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin bjóðar okkum.
Takk fyri!"
Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum