02.03.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú fáa hjálp til gerandisdagin

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú fáa hjálp til gerandisdagin

Landstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur nú sent Løgtinginum eitt uppskot, sum fer at geva familjunum, sum eru fíggjarliga ringast fyri, eina hjálpandi hond.

Gongdin við hækkingum í prísum á gerandisvørum sær út til at fara at halda fram eina tíð aftrat, og hetta leggur trýst á nógvar familjur í Føroyum. Tað eru ikki allar familjur, ið megna at tillaga seg broyttu umstøðurnar, og tí skulu vit sum samfelag hjálpa teimum at koma ígjøgnum eina trupla tíð", sigur Sirið Stenberg.

Sambært uppskotinum fara tey, sum lúka treytirnar í lógini, at fáa eitt sonevnt hjálparískoyti á 12.000 kr., ið verður útgoldið sum ein eingangsupphædd. Í mun til hjálpina, ið varð veitt seinasta heyst, eru nakrir batar, ið hava við sær, at hjálpin røkkur fleiri húskjum.

Harumframt hevur uppskotið við sær, at tey, sum móttaka familjuískoyti restina, av hesum árinum fáa eitt hægri útgjald.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki økja um inflasjónina, men við hesum uppskotinum meti eg, at vit á ein ábyrgdarfullan hátt røkka familjunum, sum eru ringast fyri fíggjarliga, sigur Sirið Stenberg.

Landsstýriskvinnan væntar, at Løgtingið fer at arbeiða væl og skjótt saman, fyri at uppskotið skal bera á mál.