03.01.2013 · Almanna- og mentamálaráðið
Felagsskapir, ið virka fyri vaksnum insestoffrum, kunnu nú søkja um stuðul
Aftur í ár ber til hjá felagsskapum, ið virka fyri vaksnum insestoffrum, at søkja Almannamálaráðið um stuðul. Freistin at søkja er 1. februar 2013.
Stuðulin verður latin eftir umsókn. Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, sum er til taks á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum. Oyðublaðið fæst eisini við at venda sær til ráðið.
Við støðið í umsóknini verður játtan latin í seinasta lagi 1. mars í 2013.
Í fjør fekk felagsskapurin KRIS tær 400.000 krónurnar, sum vóru settar av á fíggjarlógini til endamálið.
Oyðublað og reglugerð finnur tú her.