Kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, fáa nú betri møguleika at leita sær sálarfrøðiliga hjálp.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ynskir at styrkja tann partin av heildarætlanini um harðskap i parløgum og nærsambondum, sum umfatar sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Hon hevur tí gjørt av at hækka játtanina til endamálið við 200.000 kr. í 2014.
Kvinnuhúsið, sum samskipar hetta arbeiðið, hevur fingið játtan samsvarandi heildarætlanini, men tað hevur víst seg, at tørvur er á meiri pening til sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Starvsfólk í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingar, sum arbeiða innan hetta økið, siga, at kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi í longri tíð, hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð, og meiri, enn tær 2-3 ferðirnar, sum heildarætlanin upprunaliga leggur upp til.
Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa hjálp, eins og tær einstøku kvinnurnar eisini kunnu fáa fleiri viðgerðir hjá sálarfrøðingi.