15.02.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Føroyar skulu vera eitt demensvinarligt samfelag

Føroyar skulu vera eitt demensvinarligt samfelag

Arbeiðsbólkur handaði fríggjadagin 13. februar 2015 landsstýrisfólkunum, Karsten Hansen og Anniku Olsen, demensætlan fyri Føroyar.

Ætlanin, ið ber heitið “Demensvinarligt samfelag – gloymsk, men ikki gloymd”, er fyrsta heildarætlan av sínum slag í Føroyum.      

Í heildarætlanini eru 14 ítøkilig tilmælir til politisku skipanina um, hvussu vit í framtíðini eiga at skipa demensøkið til frama fyri tey, ið hava sjúkuna. Eisini verður í ætlanini víst á, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eitt samanhangandi heilsu- og almannaverk, har borgarin er í miðdeplinum.

Frá 1. januar 2015 fingu kommunurnar økið at umsita, og verða tað 8 økir, sum saman við heilsu- og almannaverkinum skulu tryggja ein samanhangandi innsats til fólk við demens.

Arbeiðsbólkurin hevur við íblástri úr Bretlandi sjósett hugtakið um tað demensvinarliga samfelagið og er hetta grundarlagið undir tilmælunum í ætlanini. Tað demensvinarliga samfelagið ger karmar, so persónar við sjúkuni verða tikin við og verða stuðlaði til at verða før fyri at livavið sjúkuni og framhaldandi verða sjálvbjargin og virkin í samfelagnum og harvið varðveita eina høga lívsgóðsku.

Tað var á heystið í 2013, at landsstýrisfólkini Karsten Hansen og Annika Olsen settu ein arbeiðsbólk at gera eina demensætlan fyri Føroyar. Í viðmerking siga tey:

“Vit vóna at heildarætlanin fer at varpa ljós á hvat tað vil siga at hava demens. Í ætlanini eru greið boð uppá hvussu vit møta teimum avbjóðingum, sum eru knýttar at einum vaksandi tali av menniskjum við demens í Føroyum. Í stóran mun snýr tað seg um at leggja til rættis ein innihaldsríkan gerandisdag við góðum løtum, hóast sjúku og avmarkaðar virkismøguleikar”.