29.10.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Føroysk umsókn farin til Nordisk Film & TV fond

Føroysk umsókn farin til Nordisk Film & TV fond

Á myndini síggjast Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, og Liselott Forsman, stjóri fyri Nordisk Film & TV Fond. 

 

Tað grør um gangandi fót á mentanarøkinum. Føroyar hava við filminum hjá Sakarisi Stórá, Jón Hammer o.ø. Seinasta paradís á jørð fyri fyrstu ferð verið tilnevnd til og eisini vunnið norðurlendsku filmsvirðislønina, og tað hevur verið ein heiður hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í mentamálum, at taka lut í fagnaðinum á árliga norðurlandaráðsfundinum, sum í hesum døgum verður hildin í Stokkhólmi. 

Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin í gjár – eftir ynski frá Filmshúsinum og Kringvarpi Føroya  - sent eina formliga umbøn til nevndina hjá norðurlendska ráðharraráðnum innan mentan um, at almenni filmsstovnurin Filmshúsið og Kringvarp Føroya kunnu gerast limir í norðurlendska films- og stjónvarpsgrunninum Nordisk Film & TV Fond. Hetta fer m.a. at geva filmsvinnuni í Føroyum betri møguleika fyri at søkja um stuðul frá grunninum til films- og sjónvarpsverkætlanir í samstarvi við ein ella fleiri av okkara grannum í Norðurlondum. 

Eirikur fekk aftaná ráðharrafundin fyri mentan, har m.a. umstøðurnar fyri norðurlendsku sjónvarps- og filmsvinnuna varð viðgjørd, høvi til at umrøða málið við stjóran fyri norðurlendska films- og sjónvarpsgrunnin, Liselott Forsman.  

Um tað gongst, sum vónað og væntað, so kann støða takast til umsóknina á komandi ráðharrafundinum fyri mentan, sum verður á vári komandi ár.