Kunningarfundur í sambandi við arbeiðið at skipa Barnahús í Føroyum hevur í dag verið í Almannamálaráðnum.
- Føroyska Barnahúsið skal lata upp í Føroyum í ár, og tí var tað sera viðkomandi at hoyra, hvussu tey hava gjørt í grannalondum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.
Umleið 50 fakfólk vóru møtt at hoyra serfrøðingar úr Íslandi og Danmark greiða frá tonkunum handan konseptið Barnahús, sum er karmur um tvørfakligt og samskipað tilboð til børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og øðrum harðskapi. Hetta eru í høvuðsheitunum tænastur, ið longu verða veittar, men sum nú verða samskipaðar betur.
Úr Íslandi eru komin Bragi Guðbrandsson, sum er stjóri á íslendsku Barnaverndarstovuni. Hann stóð í 90 árunum á odda fyri arbeiðinum, sum hevði við sær, at Ísland sum tann fyrsta tjóðin í Europu í 1998 skipaði Barnahús.
Eisini leiðarin í íslendska Barnahúsinum, Óløf Ásta Farestveit, greiddi frá virkseminum har.
Anette Baadsgaard, sum er leiðari á Center for Sexuelle Overgreb á Ríkissjúkrahúsinum, greiddi frá um viðgerðartilboð til børn og ung. Hon er eisini við í fyrireikingunum at skipa Barnahús í Danmark, har 5 Barnahús lata upp 1. oktober í ár.
Føroysku fakfólkini, sum lýddu á og umrøddu Barnahúsið umboðaðu løgregluna, sosialu myndugleikarnar og heilsumyndugleikarnar, og umboð fyri kommunurnar vóru eisini við.
Barnahúsið verður eitt tilboð, sum merkir, at barnið fær eitt gott heildartilboð á einum stað. Talan verður um eitt stað, har børnini kenna seg trygg, og kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar koma til barnið, heldur enn at barnið skal ferðast runt til teir ymisku myndugleikarnar.