01.12.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum

Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum

Fólkapensjón hækkar næsta ár við 260 til 340 kr. um mánaðin. Saman við hækking í útgjaldi frá Samhaldsfasta, verður hækkingin til fólkapensjónistar 500 til 600 kr. um mánaðin. Sostatt fer ein stakur fólkapensjónistur uttan aðra inntøku at fáa 15.520 kr. um mánaðin. Fyritíðarpensjónin hækkar við 400 til 600 kr. um mánaðin, og hægsta endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar við nærum 1.000 kr. upp í 26.814 kr. um mánaðin.

Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2024 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar við 3,8%.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur at javningin hevur stóran týdning fyri nógv fólk, soleiðis at almannaveitingarnar fylgja gongdini í samfelagnum annars.

Árini 2012 til 2021 var nærum ongin javning av almannaveitingum. Hetta er 3. árið á rað, at almannaveitingar verða javnaðar, og sostatt vísir tað seg, at javningin aftur er komin í eina fasta legu, sigur Sirið Stenberg.