Nýggja skattaskipanin og at samhaldsfasti hækkar tryggjar fólkapensjónistum uttan aðra inntøku eitt hægri útgjald í 2012 enn í 2011. Ein lægri skattur og at samhaldsfasti hækkar við 80 krónum um mánaðin fer millum annað at hava við sær, at giftir pensjónistar tilsamans fara at fáa slakar 460 krónur eyka um mánaðin.
- Eg eri greið yvir, at tað ikki verða pensjónistarnir, ið fáa størsta ágóðan av nýggju skattaskipanini, og at eg um sama mundi, sum skattaskipanin varð samtykt, varð noydd at nullseta javningina. Tískil fegnist eg um, at nýggja skattaskipanin og ein hægri samhaldsfasti fer at geva fólkapensjónistum nakrar krónur eyka um mánaðin , sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hjá einum stakum pensjónisti merkir nýggja skattaskipanin og hækkaður samhaldsfasti, at hann fær 179 krónur um mánaðin meira eftir skatt (við miðal kommunuskattaprosenti), meðan giftir pensjónistar fáa 228 krónur ella 456 krónur tilsamans meira um mánaðin eftir skatt. Í roknistykkinum er hædd eisini tikin fyri, at heilsutrygdargjaldið hækkar í ár.