06.05.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Foreldramyndugleikalógin einmælt samtykt

Foreldramyndugleikalógin einmælt samtykt

Í dag hevur eitt samt løgting samtykt nýgga føroysk lóg um foreldramyndugleika og samveru.

Sólvit E. Nolsø landsstýrismaðurin í almannamálum legði í mars mánað uppskotið fyri løgtingið. Síðani hevur uppskotið fingið eina gjølliga viðgerð í Trivnaðarnevndina frá bæði myndugleikum, stovnum og áhugabólkum, har allar góð at kreftir eru lagdar í at finna eina breiða semju, og tað er eydnast.

Eg fegnist almikið um, at tað nú er ein samd nevnd, sum við broytingum mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Her er veruliga gjørdur ein stórur innsatsur fyri at finna semju, sum tekur hædd fyri betur at tryggja rættindini hjá barninum til bæði foreldrini,sigur landsstýrismaðurin.

Foreldramyndugleiki 
Við nýggju lógini fáa ógift foreldur betri møguleika at fáa felags foreldramyndugleika, og myndugleikar fáa heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika.

Bústaðurin hjá barninum 
Sum nakað nýtt kann avgerð takast um bústaðin hjá barninum. Við hesi heimild fáa foreldrini betri møguleika fyri at varðveita felags foreldramyndugleika, av tí at bústaðurin hjá barninum ofta kann vera tað, sum ósemjan snýr seg um, tá ið foreldrini ynskja at avtaka felags foreldramyndugleika.

Samvera 
Ásetingarnar um samveru verða nágreinaðar og víðkaðar m.a. soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur enn foreldur, sum barnið er knýtt at. Eisini verður ásett, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk. Hetta merkir, at nýggj samvera verður ásett fyri mistu samveruna.

Barnsins besta 
Við nýggju lógini verða rættindi hjá barninum tryggjaði og styrkt. Tryggjað verður, at allar avgerðir verða tiknar við atliti at barnsins besta, og at fyrilit skal takast fyri sjónarmiðunum hjá barninum.

Fyri betri at tryggja, at sjónarmiðini og hugsanin hjá barninum kemur fram, fær Familjufyrisitingin heimild at seta í verk barnaserkøna kanning og biðja um ummæli frá serkønum um foreldrini í sambandi við viðgerð av málum sambært lógini. Børn kunnu nú heita á Familjufyrisitingina og biðja um at kalla foreldrini á fund um foreldramyndugleika, samveru ella bústaðin, har foreldrini og barnið so fáa høvi at tosa um viðurskiftini.