16.03.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Fráboðanarskylda er ein mannarættur hjá barninum

Børnini eru gimsteinarnir í okkara samfelag. Vit hava skyldu til at verja tey og geva teimum bestu rættartrygdina, verndina og umsorganina. Hetta var greiði boðskapurin hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, undir fyrstu viðgerð av barnaverndarlógini í løgtinginum týsdagin.

-At boða frá, tá ið eitt barn verður vanrøkt, verður misnýtt ella á annan hátt verður útsett, er ein grundleggjandi trygd hjá barninum. Barnið sigur ikki altíð frá, og tí er tað skyldan hjá nærumhvørvinum at gera vart við viðurskifti, ið ikki eru nøktandi fyri barnið. Tí verður skotið upp, at fráboðanskyldan hjá bæði fakmyndugleikum og vanliga borgaranum verður herd, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Galdandi barnaverndarlóg er frá 2006. Síðan hava Føroyar tikið undir við barnarættindasáttmálinum hjá ST, sum hevur til endamál at tryggja børnum teirra rættindi. Hóast viðurskiftini á barnaverndarøkinum eru batnað, so heldur Annika Olsen, at tað framvegis er langt á mál. Eitt framstig er, sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum, at gera barnaverndareindirnar størri.

-At búgva í einum lítlum landi, har øll koma hvørjum øðrum við, kann bæði hava sínar fyrimunir og vansar við sær. Barnaverndarmál eru sera viðkvom, og kunnu krevja ein ávísan anonymitet. Eisini kann tað vera torført at fáa fólk við fakligum førleikum í smærri økjum. Tí verður skotið upp at gera eindirnar størri, so bæði rættartrygdin hjá barninum og fakliga umhvørvið verður styrkt, vísir Annika Olsen á.

Stendur tað til landsstýriskvinnuna verður ásetingin um, at eindirnar í minsta lagi skulu vera 1500 íbúgvar broytt til, at barnaverndartænastunar verða tær somu, sum skotið verður upp í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging.

Viðgerðin í løgtinginum týsdagin var góð, og tað tykist vera breið undirtøka fyri uppskotinum. Eftir fyrstu viðgerð er málið nú farið í løgtingsins trivnaðarnevndin til viðgerðar.