FRAMTÍÐAR BYGNAÐUR Á BARNA- OG UNGDÓMSØKINUM
Hvussu kunnu vit á besta hátt skipa økið Børn og ung, so tey, ið hava serligan tørv, kunnu fáa nøktandi tilboð í Føroyum? Spurningurin er torførur, men átrokandi neyðugur at fáa svaraðan. Um fáar vikur kemur arbeiðsbólkur við sínum tilmælum.
Í summar setti Rósa Samuelsen arbeiðsbólk at eftirmeta, útgreina og endurskoða tey tilboð og tænastur til børn, sum landsstýriskvinnan á almannaøkinum varðar av. Talan er um eina røð av tilboðum til børn, ung og teirra familjur, sum á ymsan hátt hava serligan tørv. Við støði í útgreiningini ger bólkurin tilmælir um hvussu økið skal skipast frameftir.
Yvirskipaða málið hjá samgonguni er, at vit skulu skapa umstøður, so børn við serligum tørvi í minst møguligan mun verða send av landinum. Heldur eiga tey at fáa nøktandi menningartilboð í Føroyum.
Ein av avbjóðingunum er at skipa soleiðis fyri, at tilboðini og tænasturnar er smidligar og nøkta ein skiftandi tørv. Eina tíð er stórt trýst á ávísan stovn, meðan aðrar tíðir verður stovnurin so at siga ikki brúktur. Samstundis má økið samskipast so skynsamt sum gjørligt, so starvsfólkaorkan og hølisumstøðurnar verða gagnnýttar á allar besta hátt.
Í arbeiðsbólkinum sita umboð fyri barnaverndartænasturnar, Barnaverndarstovuna, Almannastovuna, Nærverkið og Almannamálaráðið.
Álitið hjá arbeiðsbólkinum fer til hoyringar hjá avvarðandi pørtum í vikuni og verður handað landsstýriskvinnuni um hálvan mars.