08.05.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Frísar hava stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan

Frísar hava stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan

Frísar hava stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan

Í hesum døgum er vitjan úr Fryslân, ella Frísalandi, sum niðurlendski landsparturin eitur á føroyskum.

Við í ferðalagnum eru umboð fyri mentanarstovnar og kommunur og landspartin Fryslân við. Ráðfrú Eke Folkerts og kongsins umboðsmaður Arno Brok eru á odda fyri ferðini. Tey koma at kunna seg um føroyskt mál, mentan, útbúgving og gransking.

Mikukvøldið bjóðaði landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, gestunum vælkomnum á eini móttøku í Tinganesi.

Vitjanin er eitt týdningarmikið stig í at styrkja mentanarligu sambondini millum Fryslân og Føroyar. Hon gevur okkum møguleika at deila vitan, umrøða felags mentanarlig virðir og at víðka um samstarvið á mentanarøkinum, segði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Til høvið greiddu Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri, og Armgarð Weihe, fulltrúi, frá, hvussu mentanarøkið er skipað undir landinum. Eisini greiddi Helena Kannuberg frá Málráðnum um føroyskt mál og føroyska málsøgu.

Umboð fyri Sumbiar dansifelag komu á gátt at kvøða nøkur ørindi úr Frísakvæðnum og farið vaðr upp á gólv. Sagt var eisini frá sagnunum um frísarnar í Akrabyrgi. Sagt verður, at tá Svartideyði herjaði í Føroyum uml. ár 1350, doyðu frísarnir í Akrabyrgi út. Tveir frísar, ið vóru teir einastu, ið vóru eftir, fluttu til Sumbiar, har teir giftust.

Frísiskt og hollendskt eru almennu málini í Frísalandi, sum er landspartur norðarlaga í Niðurlondum. Eins og støðan er hjá øðrum minniluta- og smámálum, er frísiska málið hótt, og parturin av fólki, ið hevur frísiskt sum sítt móðurmál, minkar.

Frísisku gestirnir søgdu seg hava stóra virðing fyri, hvussu arbeitt verður við at menna føroyska málið. Eitt nú er tað merkisvert, hvussu nógvar bøkur verða givnar út á føroyskum, bæði á upprunamáli og týddar bøkur. Eisini eru tey áhugað í, hvussu arbeitt verður við føroyskum í útbúgvingar- og granskingarhøpi.

Gestirnir fara komandi dagarnar at hitta umboð fyri Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Mentanarnevnd Løgtingsins, Listasavn Føroya, Glasir, Fróðskaparsetur Føroya, Filmshúsið, FMX, Tutl, FarLit, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Granskingarráðið og onnur. Tey fara av landinum aftur leygardagin.