17.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi hægri raðfesting

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi hægri raðfesting

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, valt at raðfesta frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.

Hetta verður gjørt við at hækka játtanina til frítíðartilboð við í alt 2,9 mió. kr. komandi ár.

Tað hevur leingi verið frammi, at avbjóðingar eru við at at nøkta tørvin á frítíðartilboðum. Landsstýriskvinnan hevur sett sær fyri, at arbeiða fram ímóti, at tørvurin á frítíðartilboð til børn við serligum tørvi verður nøktaður. Økta raðfestingin á fíggjarlógini merkir, at vit eru komin eitt stórt stig rætta vegin.

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi er ein grundleggjandi tænasta, sum altíð eigur at verða veitt, bæði fyri at styrkja sosialu førleikarnar hjá børnunum, og fyri at tryggja, at foreldrini kunnu halda fram í yrki sínum. Tí fegnist eg um, at fleiri børn, sum leingi hava bíðað eftir frítíðartilboð, kunnu fáa tilboð í vár, sigur Sirið Stenberg

Talan er um at víðka um frítíðartilboðini á Frúutrøð og á Hoydalsvegnum í Tórshavn, eins og at minka um bíðilistan til frítíðartilboðið á Høgabóli í Eysturoynni. Við øktu játtanini verður núverandi tørvur á frítíðartilboð í Tórshavn nøktaður, og bíðilistin í Eysturoynni minkar. Arbeitt verður víðari við, at børn, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.