Almannaveitingarnar verða ætlandi tær somu komandi ár sum í ár. Uppskot um fyribils at varðveita somu upphæddir á almannaveitingum er nú farið til ummælis hjá avvarðandi pørtum.
Í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2011 mælti landsstýrið til fleiri tiltøk, soleiðis at samtykti útreiðslukarmurin kundi halda. Hesi tiltøk er lýst í Búskaparfrágreiðing I frá Fíggjarmálaráðnum.
Eitt av tiltøkunum er fyribils at steðga javningini av almannaveitingum. Í dag verða hesar veitingar javnaðar við trimum prosentum árliga. Við ætlaðu broytingini í lógini, ið nú verður send til ummælis, verða upphæddirnar ikki javnaðar í 2011, og sostatt tær somu sum í ár. Javningarsteðgurin verður mettur at spara landskassanum 12 mió. árliga.