Beint fyri jól samtykti eitt einmælt Løgting uppskot um broyting í forsorgarlógini um hjálparráð. Við nýggju broytingini er komið á mál við fyrsta stignum í arbeiðinum at endurskoða forsorgarlógina.
Skipanin við hjálparráðum er ein av okkara grundleggjandi vælferðarskipanum. Talan er um eina kompensasjónsveiting, hvørs endamál er mest møguligt at bøta og linna um brek hjá tí einstaka. Endamálið er eisini at javnseta persónar við breki og at betra møguleikarnar fyri integrasjón hjá tí einstaka.
“Tað hevur nú í fleiri ár verið tosað um týdningin av at fáa greiðari reglur fyri tænastur og veitingar eftir forsorgarlógini. Hol var sett á eina tilgongd í vár og við nýggju broytingunum er komið á mál við fyrsta stignum“, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í viðmerking.
Yvirskipaða ætlanin við arbeiðinum at endurskoða skipanina við hjálparráðum hevur verið at gera greiðari, hvørji rættindi borgarin hevur, og hvat tænastustøðið fyri skipanina er. Endamálið er somuleiðis at fáa eina skynsamari stýring av útreiðslunum til forsorg.
Hugtakið hjálparráð fevnir um hópin av tólum og lutum, sum verða nýtt til at bøta um likamligt ella sálarligt brek ella sjúku, ið viðførir skerdan virkisførleika.
Við hjálparráð, er at skilja, bæði kropsborin hjálparráð sum t.d. brillur, hoyritól, ymiskar protesur og serligan fótbúna, og um hjálparráð, ið verða veitt sum lán, sum t.d. koyristólar, samskiftisútgerð, røktarsengur og ymisk flutningstól.
Hjálparráðið skal vera neyðugt fyri, at umsøkjarin kann verða verandi í arbeiði ella avgerandi bøta um sjúkuna/avlamni ella avgerandi lætta um í gerandisdegnum í heiminum.