
Fríggjadagin 28. mai varð avrikssáttmáli undirskrivaður millum Almannastovuna og Almannamálaráðið. Ungdómsarbeiðsloysið er serligt innsatsøki í 2010.
Sáttmálin lýsir endamálið við Almannastovuni, kjarnuuppgávurnar, mál og avrik fyri 2010 og karmarnar fyri uppgávuna. Innsatssøkið í 2010 er forsorg vegna arbeiðsloysi, og málbólkurin eru ung í aldrinum 18-25 ár.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010, arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið, og er hetta tann fyrsti sáttmálin millum Almannastovuna og Almannamálaráðið.
Endamálið við avrikssáttmálanum millum Almannastovuna og Almannamálaráðið er:
• at veita borgarunum best møguligu tænastu
• at gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamáli
• at tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir
Innsatsøkið
Fyri at tryggja eina lærandi tilgongd, og at komið verður á mál við mál- og avriksstýring, er semja millum partarnar um, at uppgávan skal vera avmarkað, men skal samstundis innihalda eina breidd av tættum. Av tí at málsviðgerðin í sambandi við stuðul til arbeiðsleys lýkur hesi krøv, er valt at gera hesa til mál fyri sáttmálan. Málbólkurin fyri innsatsøkið eru ung í aldrinum 18-25 ár.
Samstundis er innsatsøkið í tráð við tilmælini í “Álit um ungdómsarbeiðsloysið”, ið arbeiðsbólkur við umboðum úr Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Almannamálaráðnum lat úr hondum í apríl.
Greiða niðurstøðan hjá bólkinum var, at trupulleikin við ungdómsarbeiðsloysi eigur at verða tikin í størsta álvara, og tað er týdningarmikið at seta neyðugu orkuna av at arbeiða við málinum.
Avrikssáttmálin sæst her ReadSpeaker