25.01.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Fyrsti avrikssáttmálin millum Sjóndepilin og Almannamálaráðið

Í dag undirskrivaðu Karin Kass, leiðari á Sjóndepilinum, og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, undir fyrsta avrikssáttmálan millum Sjóndepilin og Almannamálaráðið.

Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla sjóntarnaðum at gerast meira sjálvbjargin í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við ráðgeving, skeiðsvirksemi, dagtilhaldi og verkstøðum.

Málini fyri Sjóndepilin í 2013 eru m.a. at fáa til vega betri hagfrøðiligt grundarlag til ráðgevingina og at menna kanningartilfarið, soleiðis at at tænastan til tann einstaka verður so málrættað sum møguligt. At betra um kunningina til tænasturnar á Sjóndepilinum, soleiðis at Sjóndepilin røkkur fleiri sjónveikum og blindum, sum hava tørv á tænastu.

Eitt mál er somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og kunna alment um viðurskifti hjá blindum, soleiðis at tilvitanin um lívið sum blind/-ur og sjónveik/-ur verður størri í samfelagnum. Eisini er ætlanin at lata upp handil á Traðabrekku við sølu av framleiðslu hjá blindum og sjónveikum.

Ásett er at Sjóndepilin letur Almannamálaráðnum ársfrágreiðing um avrikssáttmálan í seinasta lagi 1. mars 2014.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Sí sáttmálan her