01.07.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Góð samstørv um eldraøkið

Góð samstørv um eldraøkið

Í dag, 1. juli 2014, er evstamark fyri at landsstýriskvinnan skal góðkenna kommunalu samstarvsavtalurnar um heimastænastu og eldrarøkt.

Avtala er gjørd við kommunurnar um at skipa seg í átta samstarvsøki. Hesi eru:

  • Kommunurnar í Norðoyggjum
  • Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur
  • Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna
  • Sørvágs og Vága kommunur
  • Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur
  • Tórshavnar kommuna
  • Kommunurnar í Sandoynni
  • Kommunurnar í Suðuroynni

Tann fyrsta samstarvsavtalan varð undirskrivað fyrr í dag av landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Anniku Olsen, landsstýriskvinna fegnast um at tað stóra framstigi, sum er framt við hesum:

“Hetta er, sum eg havi sagt fyrr, tann størsta nýskipanin sum er framd í nýggjari tíð. Hetta hevur verið ein umfatandi tilgongd, men kommunurnar eiga stórt rós uppiborið fyri gott arbeiði og arbeiðslag.

At eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita merkir at avgerðirnar verða tiknar tættari teimum eldru og at vald og gjald fylgjast. Tá eldraøkið 1. januar 2015 verður kommunalt málsøki burturav, fara okkara eldru at fáa eina munandi betri heildartænastu.”