28.11.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

Grunnurin frá 1989 er kærkomin stuðul

Nú ber aftur til at søkja um stuðul úr Grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroyum.

Endamál grunnsins er at stuðla fólki, búsitandi í Føroyum, sum hava serligan tørv á fíggjarligum stuðli orsakað av vanlukku, sjúku ella øðrum umstøðum. Stuðul kann sambært viðtøkurnar veitast til:

Eftirsitandi, ið onki endurgjald fáa sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, umframt til virksemi, sum í aðramátar bøtur um neyð millum fólk í Føroyum.

Sjúk og veik børn undir 15 ár ella til felagsskapir, ið røkja teirra áhugamál.

Einkjur og børn eftir farnum á sjógvi og landi.

Eftirsitandi einkjur og børn hjá føroyskum fiskimonnum og sjómonnum –herímillum einkjur og børn, heimahoyrandi í Suðuroy og Sandoy.

Sjúk, herímillum hjálp til sjúkuviðgerð og eftirbót (framíhjá á Hvíldarheiminum Naina í Tórshavn).
Einkjur/einkjumenn ella einsamøll í serligari trongstøðu.

Grunnurin frá 1989 til sosial endamál í Føroyum er ein samanlegging av trimum grunnum: Sparekassefondet, Julemærkelegatet til fordel for syge og svagelige børn på Færøerne og Legat af 1989 for sociale formål på Færøerne. Endamálini hjá teimum 3 grunnunum eru førd víðari í samanlagda grunninum. Stýri grunnsins tekur avgerð um stuðul. Í stýrinum sita 3 limir: próstur, landslæknin og aðalstjórin í almannamálum.