17.11.2009 · Almanna- og mentamálaráðið

Grunnurin frá 1989 til sosial endamál í Føroyum

Gjørt verður kunnugt, at nú kann søkjast um stuðul úr grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroyum.

Grunnurin er ein samanlegging av 3 grunnum: ”Sparekassefonden”, ”Julemærkelegatet til fordel for syge og svagelige børn på Færøerne” og ”Legat af 1989 for sociale formål på Færøerne”. Endamálini í teimum nú fyrrverandi grunnunum verða førd víðari í tí samanlagda grunninum.

Endamálið í tí samanlagda grunninum er at veita stuðul til persónar búsitandi í Føroyum, sum vegna ólukku, sjúku ella aðrar umstøður hava serstakan tørv á fíggjarligum stuðli.

Í viðtøkum grundsins eru málbólkarnir orðaðir soleiðis:
- eftirsitandi, sum onga skaðabót fáa sambært vanlukkutryggingarlógini, umframt á annan hátt at virka fyri at bøta um neyð millum íbúgvar í Føroyum,
- sjúk og veik børn undir 15 ár, sum eru búsitandi í Føroyum, ella til felagsskapir, sum varða um teirra áhugamál,
- einkjur og eftirsitandi børn,
- einkjur og børn eftir føroyskum fiskimonnum og sjómonnum – herundir einkjur og børn búsitandi í Suðuroy ella á Sandoynni,
- sjúk, herundir hjálp til sjúkuviðgerð og endurvenjingaruppihald (serliga á Hvíldarheiminum Naina í Tórshavn) og
- serliga treingjandi einkjur og einkjumenn ella einlig.

Umsóknir skulu sendast til:

Stýrið fyri grunnin frá 1989 til sosial endamál í Føroyum
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

Umsóknir skulu vera stýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin, tann 7. desember 2009, kl. 12.

Stýrið