22.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022

Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022
1 / 3

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur handað Guðrið Poulsen, keramikara, Heiðursgávu landsins 2022.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst. Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar.

Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni.

Fyri ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind, fær Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins 2022.


Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva landsins er á 75.000 kr.

Les alla grundgevingina HER

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen