23.09.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Hagtalsfrágreiðingar frá feløgum

Hagtalsfrágreiðingar um feløg, ið fáa stuðul frá Almannamálaráðnum

Almannamálaráðið letur á hvørjum ári fleiri stuðulsjáttanir til ymiskt feløg, eitt nú til MBF, Javna, Deyvafelagið, Kvinnuhúsið, Barnabata, Sorgarbólkin Beran og Landsfelag Pensjónista.

Almannamálaráðið hevur í reglugerð frá 2013 ásett at stuðulin er treytaður av, at felagið letur Almannamálaráðnum hagtøl fyri virksemi sítt. Feløgini byrjaðu at skráseta allar áheitanir eftir summarfrítíðina í 2013 á oyðiblað, sum Almannamálaráðið hevur gjørt.

Fyrstu ferð feløg lata hagtøl
Hetta er fyrstu ferð, at feløgini hava skrásett áheitanir á oyðiblaðið hjá Almannamálaráðnum.

Tað hava verið nakrar óvissur og ivamál í sambandi við skrásetingarnar. Okkurt felag hevur havt stórar umskipanir í árinum, og tí ikki komin í gongd við skrásetingarnar. Onnur hava skrásett áheitanir, men ov nógv frávik vóru gjørd, soleiðis at skrásetingarnar ikki kundu gerast til hagtøl. Eisini vóru skrásetingarnar ikki heilt eins, tí feløgini ikki skiltu spurningarnar heilt eins.

Tað er umráðandi, um hagtølini skulu vera eftirfarandi og til skal bera at samanbera millum feløg og yvir tíð, at feløgini skráseta so eins sum til ber.

Tí hevur Almannamálaráðið havt fund við feløgini hvør sær, og øll feløgini saman.
 
Frágreiðingar skrivaðar

Teknmálstulkatænastan, MBF, Deyvahúsið, Javni, Kvinnuhúsið, KRIS, Sorgarbólkurin Berin og Landsfelag Pensjónista hava latið Almannamálaráðnum skrásetingar fyri seinnu helvt av 2013.

Av hesum eru fýra sjálvstøðugar frágreiðingar skrivaðar, sum er ein gjøgnumgongd av
hagtølunum hjá felagnum. Hesi eru MBF, Deyvahúsið, Kvinnuhúsið og Sorgarbólkurin Berin.

Orsøkin til, at tað einans eru fýra sjálvstøðugar frágreiðingar, er, at hjá hinum fimm vóru ov fáar skrásetingar, at til bar at gera greiningar. Feløgini hava tó fingið hagtølini til kunningar.

Samanumtøka
Tað fer at taka tíð hjá feløgunum at skilja og skráseta spurningarnar eins, men við góðum samskifti og felagsfundum ber heilt vist til at koma á mál.

Samanumtikið eru hagtølini rættiliga upplýsandi og týðandi at fáa til vega, bæði hjá Almannamálaráðnum, hjá feløgunum sjálvum og samfelagnum sum heild.

Dentur skal verða lagdur á, at talan einans er um áheitanir til felagið, ið er skrásett, og tí endurspegla hagtølini ikki alt virksemið, ið felagið hevur. Feløgini eru ymisk, summi hava ein minni skara av viðskiftafólki, sum tey hava nógv samskifti við, onnur hava ikki nógvar fyrispurningar, men skipa fyri tiltøkum o.ø. fyri limir sínar, og aftur onnur hava nógvar fyrispurningar frá borgarum og øðrum feløgum.

Eftir árslok 2014 verða frágreiðingar gjørdar fyri tey feløg, sum hava latið inn sínar skrásetingar til Almannamálaráðið. Tá verða væntandi fleiri frágreiðingar í talið samstundis sum hagtølini eru fyri eitt heilt ár, í mun til nú tær einans eru fyri seinnu helvt av 2013.

Lesið frágreiðingarnar her:

Frágreiðing um hagtøl hjá øllum feløgum, seinna helvt av 2013ReadSpeaker

Frágreiðing um hagtøl MBF, seinna helvt 2013ReadSpeaker

Frágreiðing um hagtøl Deyvafelagið, seinna helvt 2013ReadSpeaker

Frágreiðing um hagtøl Kvinnufelagið, seinna helvt 2013ReadSpeaker

Frágreiðing um hagtøl Berin, seinna helvt 2013ReadSpeaker

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum