01.05.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Heimaráðgevingin víðkað

Heimaráðgevingin víðkað

Á fíggjarlógini fyri 2024 hækkaði fíggjarnevndin játtanina til heimaráðgeving frá Almannaverkinum við 1 mió. kr.. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum tók avgerð um at víðka um málbólkin, til at fevna um foreldur at barni við menningartarni og/ella likamligum breki.

Heimaráðgevingin hevur stóran týdning fyri foreldur, ið hava barn við breki. Endamálið er viðvirkandi til, at gerandisdagurin hjá familjuni verður lættari, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni. Tí fegnist eg um, at tað nú verður møguligt hjá foreldrum at barni við menningartarni og/ella likamligum breki at fáa heimaráðgeving”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum er eitt námsfrøðiligt tilboð. Ráðgevingin tekur støði í, at tað er familjan, sum kennir barnið best. Uppgávan hjá ráðgevunum í heimaráðgeving er at hjálpa familjuni við at finna loysnir, og at veita familjuni amboð til at handfara ítøkiligar støður, sum kunnu vera avbjóðandi. Ráðgeving verður veitt sum stutt undirvísing um brekið, praktisk vegleiðing og námsfrøðilig ella onnur viðkomandi amboð.

Námsfrøðilig ráðgeving til foreldur byrjaði í 2015 í sambandi við, at tann góða tilgongdin varð sett í verk. Tá vóru tað foreldur at barni við autismu, ið fingu ráðgeving. Í 2021 varð víðkað til ADHD/ADD, og í ár verður víðkað til menningartarn og likamligt brek.

Meira kunning fæst um Heimaráðgeving HER