Fyri løtu síðani samtykti Løgtingið at játta Heimatænastuni 1,3 mkr. í eykajáttan, og tískil kann Heimatænastan nú ótarnað halda fram við at veita sínar tænastur.
Rósa Samuelsen landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking, at hon er sera takksom fyri, at ein meiriluti í Løgtinginum í dag tók stig til at víkja frá vanligu reglunum, so málið kundi avgreiðast endaligt longu í dag. Hetta gjørdi at bráðfeingistiltøkini kundu avlýsast.