Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur gjørt av at endurvelja allar limirnar í Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Limirnir, sum nú eru afturvaldir, eru: Turid Debes Hentze, løgfrøðingur, forkvinna í nevndini, Terje Kollsker, sálarfrøðingur og Beinta Dalbø, námsfrøðingur.
Sum varalimir eru valdir: Óla Jákup Kristoffersen, løgfrøðingur, Ásvør Skaalum, sálarfrøðingur og Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur.
Høvuðsbarnaverndarnevndin verður mannað fjórða hvørt ár við einum royndum løgfrøðingi sum formanni, og ávikavist einum sálarfrøðingi og einum barnasakkønum í hinum báðum sessunum.
Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð í øllum barnaverndarmálum um umsorganaryvirtøku.