Tvey størv, eitt fast og eitt farloyvisstarv, sum fulltrúar í Almannamálaráðnum eru leys at søkja.
Fasta starvið er á deildini fyri veitingar. Deildin umsitur m.a. lóggávuna fyri veitingar, bústaðarmál, leigumál, hagtøl og studning til feløg.
Farloyvisstarvið er á deildini fyri tænastur. Deildin umsitur lóggávuna fyri tænastur innan børn og ung, eldri og serforsorg, eins og verkætlanina harðskapur í parlagi og nærsambondum.
Farloyvisstarvið er tíðaravmarkað frá 1.januar 2013 til 31. juli 2013
Sí lýsing við her