27.11.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Kærleikskúlan 2014 avdúkað

Kærleikskúlan 2014 avdúkað

Í morgun var hugnalig samkoma í Listasavni Føroya, har Kærleikskúlan 2014 varð avdúkað. Tað er Dugni, sum á hvørjum ári letur Kærleikskúluna gera, í samstarvi við Listasavnið heitir á eitt listafólk at prýða. Í hesum sambandi helt landsstýriskvinnan røðu:


Góðan morgun góða samkoma,

Fyrst fari eg at takka Dugna fyri, at eg eri boðin at siga nøkur orð til hesa hugnaligu hátíðarløtu her í Listasavninum, nú Kærleikskúlan 2014 verður avdúkað.

Hetta er sætta árið á rað, at Dugni letur eitt listafólk sniðgeva Kærleikskúluna. Kærleikskúlan er vorðin ein fastur táttur, og ein samrøðuevnið millum fólk:

“- Hvat listafólk hevur í ár fingið heiðurin at prýða hetta serstaka listaverk?” verður gitt um.

Hetta eru vit sjálvsagt ógvuliga spent um, samstundis sum vit eisini er spent eftir at fáa at vita, hvør fer at verða vald ella valdur sum ein virðilig fyrimynd, og fær handa ta fyrstu Kærleikskúluna í ár, frá Ásu Olsen, stýrisforkvinnu.

Kærleikskúlan er ein sjáldsom samanrenningin millum list og sosialt arbeiði, sum hevur uppiborið alla ta góðu undirtøku, ið hon hevur fingið.

Kærleikskúlan er eitt vakurt prýði og ein vælumtókt gáva, sum gevur góða meingin. Ein serstakur, listarligur lutur, har inntøkurnar fara eitt gott endamál – sum ískoyti til týdningarmikla arbeiðið, ið Dugni ger hvønn einasta dag.

Endamálið hjá Dugna er at styrkja um arbeiðsførleikar við mennandi arbeiðsvirksemi og útbúgving.

Hjá Dugna fært tú møguleika at royna tíni arbeiðsevnið, og at menna tínar persónligu og fakligu førleikar, soleiðis at til ber hjá tær at taka næsta stigi í mun til útbúgving ella arbeiði. Dugni er sostatt ein týðandi leikari, ið er við til at gera arbeiðsmarknaðin meira fjøltáttaðan og rúmligan - og gevur tær, um tær tørvar tað, ein nýggjan møguleika.

Greiða málið hjá Dugna er, at øll hava rætt at vera virkin, um tað so er í útbúgving ella arbeiði - “tí tú ert nakað og tú kanst nakað”. Og við at menna persónligar og fakligar førleikar, hjálpir Dugni fólki víðari í lívinum.

Árliga Kærleikskúlan er ein kærkomin áminning um, at rúm skal vera fyri øllum í okkara samfelagi.

Kærleikskúlan er viðhvom, lítil og løtt, litfagurliga prýdd, og tá sólarglæman stendur á kúluna, speglast litirnir í rúminum á ein serstakan hátt.

Kærleikskúlan minnir okkum á, at vit eru nógv meira og røkka nógv longri, enn vit við fyrsta eygnabráði geva okkum far um.

Vit eru øll er ymisk og hava ymiskar førleikar.

Á henda hátt er árliga Kærleikskúlan eisini ein rúmlig ímynd av øllum tí virksemi, sum Dugni stendur fyri og átekur sær.

Eg fari at enda at nýta høvi at takka Dugna fyri tað arbeiðið, sum stovnurin ger fyri at skapa góðar liviumstøður hjá fólki við skerdum vinnuførleika.
Takk fyri!

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum