29.11.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Kærleikskúlan 2023 avdúkað

Kærleikskúlan 2023 avdúkað
1 / 7

Seinnapartin hevur verið skipað fyri hátíðarløtu á Listasavnið Føroya, í sambandi við at Kærleikskúlan 2023 var avdúkað.

Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Kærleikskúlan í ár er sniðgivin av Súsan í Jákupsstovu, og Skelerosefelagið fekk heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna, sum Hallur Thomsen, formaður í felagnum tók ímóti.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varð boðin við til hátíðarløtuna og bar hon í hesum sambandi fram røðu.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góðan dag øll somul.

Hesa hátíðarløtu havi eg glett meg til líka síðan eg tíðliga í ár var her uppi á Listasavninum saman við Dugna, og avgerð var tikin um hvør skuldi hava heiðurin at tilevna, prýða og skapa kærleikskúluna í ár. Løtan í frálíka góða selskapinum við angandi leskiligu nýbakaðu smákøkunum frá Dugna situr enn sum eitt gott minni. Virðingin um listafólkið og virðingin um átakið við kærleikakúluni hjá Dugna var ein kærkomin og ítøkilig áminning um, at almanna og mentamál nú eru samanrunnin.

Tað eru nú 15 ár síða fyrsta kærleikskúlan kom. Kærleikskúlan er blivin ein fjálg siðvenja undan jólum. Ein siðvenja har Dugni, listin og onkur, sum hevur gjørt nakað serligt fyrimyndarligt ganga hond í hond.

---

Kærleikskúlan er bæði vøkur og viðbrekin í einum. Eins og menniskjað. Heil og í røttum bandi og umstøðum hongur hon frítt og vísir seg í øllum sínum vakurleika. Eins og menniskjað. Hóast okkara lív og lagnur leggja leiðina so ymiskt, so eru vit í botn og grund eins. Vit eru bara menniskju við øllum tí tað inniber av góðum og minni góðum. Øll hava vit nakað at geva av, og øll hava vit íborna virðing og tign, bara tað vit eru til. At lívsumstøður kunnu gera, at vit kunnu enda uttanfyri vanliga arbeiðsmarknaðin er eitt villkor, sum rakar nøkur. Tá eg gott, at Dugni kann vera har og vera lopfjølin til eitt innihaldsríkt lív, har møguleiki er at fóta sær aftur. Tað eru mong talandi dømi um, hvussu Dugni hevur dugnað fólki á lívsleiðini, hevur givið lívsmót, arbeiðsroyndir, útbúgving og aðrar førleikar, sum mennir tað einstaka menniskjað bæði til nútíðina og framtíðina.

---

Nú jólini eru í hondum, rokni eg fyri víst við, at Kærleikskúlan fer at liggja undir nógvum jólatrøum. Í mongum heimum kring landið fer hon at skapa gleði. Eitt er sum gáva, annað er sum varandi vakurt listaverk, sum bæði árið runt ella um jóltíðir kann koma fram. Hon verður okkum øllum til áminningar um listina og listafólkið. Um Dugna og um alt tað, sum Dugni stendur fyri. Men eisini um kærleika. Týdningarmestu kensluna, sum heiminum veruliga tørvar, kærleika ella næstakærleika.

Runda kúlan er ikki bara rund sum heimurin. Hon er eisini rund sum sólin og ljósið, sum skapa vón. Runda skapið er endaleyst og ævigt, har er hvørki byrjan ella endi men ein rundur sirkul sum fevnir og heldur saman. Hvør kúla er serstøk. Tær eru hondgjørdar og hava sama skap, men ongin er heilt eins. Júst sum menniskjað, øll eru líka, men ongin eins. Øll eru serstøk.

Runda skapið á Kærleikskúluni er sum menniskjans broyting gjøgnum lívið. Vit brýnast við árunum og kantarnir, ella hvøssu avgjørdu meiningarnar, verða meiri rundar. Vit eru sum malargrótið í mølini, sum í briminum verður skapað runt. Runda skapið er tí eisini ímyndin av brotasjógvum og lívsvísdómi, sum saman skapar mennikjaligheit.

---

Listin kann nakað serligt. Hon kann røra og tala til okkum á ein hátt vit kanska ikki kendu. Listin í Kærleikskúluni er altíð vøkur og sigandi, og talar sítt egna mál. Ongin tulking er neyðug. Tó, so er hon í hesum føri meira enn tað, tí listin leggur við kærleikskúlini eisini vegin til vælgerandi endamál menniskjum at gagni. Tað er stórt og vakurt endamál í sjálvum sær.

Tá ið eg komi á gátt hjá fólki, sum hava kærleikskúlurnar hangandi, so er tað sum at síggja eina heilsan um eitt rúmsátt samfelag, har pláss er fyri okkum øllum, samstundis sum tankarnir sveima til listina og listafólkið, sum so vakurt hava prýtt kúluna. Við Kærleikskúlunum kemur listin eisini út í heimini kring landið og verður nærverandi fyri ein sera stóran part av Føroya fólki. At kúlurnar eisini eru blivnar nakað man samlar uppá, váttar bara fólksliga uppbakningin kærleikskúlurnar hava. Heilt nógv av okkum hava bæði keypt eina kærleikskúlu til jólagávu ella fingið eina. So júst hesin mátin at arbeiða við list uppá, er nokk nakað av tí sum røkkur longst út millum fólkið. At Dugni so fær ágóðan av søluni, ger bara kærleikskúluna enn virðismiklari.

---

Nú eru vit spent at vita hvat tað er fyri eitt listafólk, sum hevur prýtt kærleikskúluna, og vit eru eisini spent uppá hvør tað verður, sum fær serliga heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna.

Eg takki fyri høvið at bera eina heilsan, og gleðist um at vera her í dag.

Takk fyri!