Í morgin letur nýggja heimið fyri fólk við autismu alment upp í Klaksvík. Fyrstu búfólkini eru longu flutt inn og fríggjadagin verður almenn móttøka í Kelduskáka á Bumshamri.
Landsstýriskvinnan í almannamálum var í Klaksvík í juni og kunnaði seg um umstøðurnar í nýggja heiminum. Talan eru um hús, ið eru umbygd frá at vera eini stór sethús til at vera eitt væl hóskandi heim við øllum hentleikum fyri fólk við autismu.
Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna: “Tilgongdin hevur verið bæði long og drúgv, men eg eri sera fegin um úrslitið. Við Kelduskáka geva vit fólkum við autismu eitt virðiligt og trygt heim”.
Í Kelduskákinum verða sjey búpláss, umframt tvey umlættingarpláss.
Almenna móttøkan verður í Kelduskáka fríggjadagin klokkan 14.